Orðaval

Orðaval #12: Málsøga, Áarstovu-brøðurnir og um at týða

39:36

Gestir í sendingini hesaferð eru Dagfinn Olsen, lærari, og Marna Jacobsen, týðari. Dagfinn greiðir frá um tað málsøguliga, og um Áarstovu-brøðurnar, ið báðir vóru stór skøld. Eisini svarar hann spurningum frá lurtarum. Marna Jacobsen hevur týtt nógvar bøkur, serliga úr norðurlendskum, men eisini úr enskum. Hon greiðir frá, hvussu hon arbeiðir sum týðari, og um munin á at týða úr norðurlendskum…