Vitan
Vitan: Køla likamið, og sáðkyknur bera fiti
51:33
Í 1999 var 29 ára gamla Anna Bågenholm farin at standa á skíð í Norðurnoregi. Veðrið var gott, og hon skíðaði oman eftir einari brekku beint við eina avísaða á. Komin nakað oman missir hon balansuna og dettur á ryggin. Hon fer skreiðandi oman eftir brekkuni og út á ta frystu ánna. Knappliga brotnar ísurin, og hon søkkur í ísakaldu ánna. Streymurin í ánni dregur hana við sær, og hon verður føst…